Fuglarnir doyðu av innaru bløðingum

Teir 50 fuglarnir, sum doyðu í Falköping í Svøríki eru kannaðir av teimum veterineru myndugleikunum Marianne Elvander frá Statens veterinärmedicinska anstalt sigur við svensku tíðindastovuna, TT, at teir 50 fuglarnir, sum vóru funnir deyðir í Falköping, eru deyðir av innaru bløðingum.

Talan er um eitt krákuslag (sí myndin) sum á latíni verður nevnt ?Corvus monedula?. Svenskarar nevna fuglin ?Kaja?.

Marianne Elvander metir, at tann harði ísveturin hevur gjørt sítt til, at fuglarnir eru vorðnir nógv veikari. Í byrjanini var annars borið uppá mál, at fuglarnir vóru koyrdir niður ella frystir í hel.

Deyðu fuglarnir í Falköping hava annars fingið umrøðu kring allan heimin, og hevur Falköping verið nevnt í øllum heimsins miðlum fyri hendingina við teimum deyðu fuglunum.