Fuglaljóð frá Blak

Fløga er komin út, Ið útgevarin nevnir eina ljóðfløgu. Talan er um fuglaljóð og sonevndan instalatiónstónleik

Kristian Blak hevur givið út nýtt verk á fløgu. Hesaferð er talan um verk úr fuglaljóðum og nevnist verkið Aviphonie(avis merkir fuglur og phonie merkir ljóð).
- - Her eru fuglaljóð og eg havi arbeitt við hesum sum element. Verkið er í fimm pørtum og mest eru tað fuglaljóð, men eisini brim og áartutl, sigur Kristian Blak.
Slíka tónlist hevur Kristian Blak áður fingist við og tað eru eini 20 ár síðani, at hann byrjaði uppá tað.
- Ein útgáva við tónleiki er gjørd, men á nýggju útgávuni er einki menniskjaljóð við, sigur Blak.

Tróndur er upprunin
Upprunin er, at Tróndur Patursson bílegði tónleik, ið skal nýtast, tá glashús hansara verður sett upp á Norðuratlantsbryggjuni seinni í ár. Har kemur nýggja verkið at ljóma og Kristian Blak sigur, at talan er um instalatiónstónleik, sum er givin út á fløgu.
Karsten Hansen, Kartni Fornagarð og Jón Heðin Tróndheim hava staðið fyri tøkni og afturat teimum hevur Jóhannus á Rógvu Joensen verið við við ljómpultin.
Upptøkurnar eru gjørdar í Mykinesi í 2000 og 2001 Í fløguhúsanum eru fuglarnir nevndir, ið eru at hoyra. Permumyndin er gomul list eftir Díðrikki á Skarvanesi (1802-1865). Verkið er býtt í 5 partar, Eystur, Vestur, Veingir, Suður og Norður.
Tutl gevur út og hevur eisini aðrar nýggjar fløgur á gáttini, t.d. hevur Sámal Petersen spælt inn soloviolin og Kristian Blak gevur út eina klassiska kvartett.