H5N1 influensavirus er staðfestir í trimum svanum í Dorset County í Suðuronglandi Í sambandi við kanningar av royndum av fuglum, sum eru savnaðir í sambandi við ensku eftiransingarskipanina fyri fuglakrími, hevur Veterinary Laboratory Agencies ávíst H5N1 virus í trimum villum deyðum svanum.
Ensku heilsufrøðimyndugleikarnir hava sett upp eftirlits- og eftiransingarøki kring staðið, har svanarnir eru funnir.
Føroysku myndugleikarnir fylgja gjølla við gongdini, tí ein spjaðing í Onglandi kann økja um vandan fyri, at fuglakrímið eisini kemur hendan vegin við flytifuglunum sunnanífrá, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðu síni









