Jens-Kjeld Jensen
Nólsoy
Í sendingini kom framm, hvussu gott tað var at nýta innfluttan høsnalort at tøða rhodendendrum við, hóast viðmerkt var, at føroyskt høsnatøð saktans eisini kundi nýtast!
Allar kanningar higartil prógva, at fuglakrím hevur spjatt seg á leiðunum, har millum annað høsnatøð hevur verið innflutt.
Fuglakrímsvirusið kann liva í høsnatøði í minsta lagið 100 dagar!
Nú veit eg ikki, um hetta innflutta høsnatøðið er hitaviðgjørt; men hóast tað skuldi verið tað, er tað nærum sum at spæla krógva og blunda, havandi í huga tær strongu reglur, sum mynduleikarnir annars standa klárir at seta í verk, skuldi ein deyður fuglakrímsfongdur fuglur dottið niður av himni...
Hvussu í verðini kann landsdjóralæknin lata hetta fara framm við borðinum, tá hann annars bert hevur málað fanan á veggin viðvíkjandi tí óskylduga flytifuglinum, sum mær vitandi ongantíð hevur smittað menniskju?
Skuldi hann fyri ikki fyri langari tíð síðan havt kannað, um hesin óneyðugi innfluttningur fór framm og sjálvsagt steðga honum?
Tað skuldi verið óneyðugt at innflutt høsnatøð til stóran vanda fyri heimafugl, bert til tøða nakrar runnar tað skuldi hvør havaeigari kunna fingið á Velbastað hóast posarnir møguliga so ikki vórðu líka litfagrir&
Við undran!