Fuglakrím í Noregi

Fuglakrím er staðfest á einum bóndagarði í Østfold í Noregi Norska matvørueftirlitið hevur staðfest fuglakrím í nøkrum høsnum á einum bóndagarði í Østfold.

Aftenposten skrivar, at smittan bleiv staðfest í morgun, og at myndugleikarnir hava givið boð um, at øll tey 39 høsnini og 11 gæs á garðinum skulu avlívast og beinast burtur.

Tey, sum eiga garðin, høvdu høsnahald sum ítriv. Tey duga ikki at siga, hvussu smittan kann vera komin hagar, skrivar Aftenposten.