Fuglakrím herjar í Meksiko

Fuglakrím hevur gjørt um seg í Meksiko í seinastuni, og síðani tann 20. juni hava myndugleikarnir staðfest sjúkuna hjá umleið 1,7 millión høsnum. Heilsumyndugleikarnir siga, at talan er um fuglakrímið H7N3.

Í 2009 gjørdi fuglakrím av slagnum H1N1 av álvara um seg í Meksiko, og hildið verður, at umleið 17.000 fólk doyðu av sjúkuni tá.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at H7N3 er staðfest hjá høsnum, men serfrøðingar halda ikki, at hetta slagið av fuglakrími smittar fólk.