Fyri fyrstu ferð síðani í august í fjør hava heilsumyndugleikar staðfest fuglakrím í Evropa. Sjúkan er funnin millum gæs í Csongrad har eysturi í Ungarn, men ungarsku myndugleikarnir duga ikki at siga enn, um talan er um slagið H5N1, sum kann vera vandamikið fyri fólk. Fyribils hava myndugleikarnir avbyrgt eitt øki tríggjar kilometrar rundan um bóndagarðin, har sjúkan er funnin, og umleið 300 gæs eru avlívaðar. Hetta er fyrsti tilburðurin av fuglakrími í Evropa, síðani sjúkan bleiv staðfest í einum djóragarði í týska býnum Dresden í august í fjør.










