Fuglakrím
Sosialurin fregnaðist fyrrapartin í gjár, um føroyingar ætla sær at taka nøkur stig, nú danir eru farnir at seta ítøkilig tiltøk í verk til tess at byrgja uppfyri fuglakrími.
Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísti Bárður Enni, stjóri, til landsdjóralæknan og landslæknan, men fyrrapartin í gjár eydnaðist ikki Sosialinum at fáa orð teir báðar.
Í vinnumálaráðnum var landsdjóralæknin, Bjørn Harlov, upptikin á fundi og landslæknin, Høgni D. Joensen, var eisini upptikin.
Vit fara at venda aftur til spurningin um fuglakrím í einum øðrum blaði.