Eitt higartil ókent slag av fuglakrími var orsøkin til, at 160 nósar doyðu úti fyri strondini í New England. Tað siga granskarar á Columbia University sambært sjónvarpinum CNN.
Teir flestu nósarnir vóru yngri enn seks mánaðir, og teir doyðu eftir at hava fingið lungnabruna og skinnskaða.
Granskararnir siga, at tað nýggja virusið kann gera seg inn á súgdjór ígjøgnum andingargøgnini, men teir duga ikki at siga, um virusið kann nøra seg inni í kroppinum á súgdjórum og oyðileggja hann. Tað er neyðugt við fleiri kanningum fyrst, siga teir.
Fuglakrím kann smitta fólk, serliga sløgini H1N1 og H5N1, og granskararnir ávara um, at tað nýggja slagið kann gerast ein hóttan ímóti teirri almennu heilsustøðuni.









