Samlaða fíggjarætlanin hjá Fuglafjarðar kommunu javnvigar við 135, 7 miljónum krónur í 2023 móti 141,4 miljónum í 2022. Lækkingin stavar frá lægri íløgukarmi í 2023.

Fuglafjørdur undir eina álíkning í 2023

- Av tí, at skattainntøkurnar í 2022 verða millum 13 og 14 miljónir hægri enn mett í fíggjarætlanini, vænta vit at verða komin undir eina álíkning í skuld í 2023, eru góðu tíðindini úr Fuglafirði í dag.

Samlaða fíggjarætlanin hjá Fuglafjarðar kommunu javnvigar við 135, 7 miljónum krónur í 2023 móti 141,4 miljónum í 2022. Lækkingin stavar frá lægri íløgukarmi í 2023.

Fíggjarætlanin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2023 er nú endaliga samtykt. Tað var eitt samt býráð, sum á fundi í gjárkvøldið samtykti fíggjarætlanina.

 

- Tilgongdin hevur verið, at karmarnir vórðu lagdir hin 29. september í 2022, og 1. viðgerð var hin 10. november. Síðan hava nevndarviðgerðir og temadagar verið hildnir, áðrenn endaligu samtyktina í gjárkvøldið.

 

Tað vita tey í Fuglafjarðar kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at skattaprosentið og barnafrádrátturin verða óbroytt, ávikavist 21,25 prosent og 7.500 krónur.

 

- Samlaða fíggjarætlanin javnvigar við 135, 7 miljónum krónur í 2023 móti 141,4 miljónum í 2022. Lækkingin stavar frá lægri íløgukarmi í 2023.

 

Rakstrarútreiðslurnar í 2023 verða netto 77,9 miljónir krónur móti 71,0 miljónum í 2022. Vøksturin stavar frá tillaging av játtan í inniverandi ári, raðfestingum komandi ár og væntaðum lønar- og prísvøkstri.

 

Í Fuglafjarðar kommunu vísa tey á, at íløgukarmurin komandi ár er 18,3 miljónir brutto, og karmurin í 2022 var á 33,4 miljónir.

 

- Størsta avsetingin er til nýggja heilsudepilin, men kommunan raðfestir framvegis útstykkingar høgt. Somuleiðis er dentur lagdur á aðrar íløgur til frama fyri trivna hjá børnum og vaksnum. 

 

Lagt verður aftrat, at avsettar til avdráttir av skuld eru 6,9 miljónir, og samlaðu rentuútreiðslurnar væntast at verða 3,1 miljónir. Samlað hevur fíggjarætlanin 2023 eitt avlop á 338.000 krónur. 

 

- Av tí, at skattainntøkurnar í 2022 verða millum 13 og 14 miljónir hægri enn mett í fíggjarætlanini, væntar kommunan at verða komin undir eina álíkning í skuld í 2023, eru góðu tíðindini úr Fuglafirði í dag.

 

Samlaða fíggjarætlanin hjá Fuglafjarðar kommunu javnvigar við 135, 7 miljónum krónur í 2023 móti 141,4 miljónum í 2022. Lækkingin stavar frá lægri íløgukarmi í 2023.