Fuglafjørður: Vit birta ljós í advent

Mynd: Dávur Winther

Vetrarmánaðirnir eru ein myrk tíð í Føroyum, og veðrið ger tað ofta ikki betri. Tá er gott at hava okkurt at gleðast um, og nú fjálga jólatíðin nærkast, tendra flestu føroyingar ljós, inni og úti heima við hús, men eisini um bygda- og býartún, í handlum og caféum. Kanska eru tað øll hesi ljósini, serliga uppundir jól, sum gera, at vit føroyingar yvirliva veturin.

 

Fyrsta sunnudag í advent er siðvenja nógva staðnis at tendra jólatrøini á bygd og í bý. Soleiðis er eisini í Fuglafirði. Her koyra Fuglafjarðar hornorkestur, jólamenn í brandbili og røðari líka av Hellunum til Kambsdals og víðari til Fuglafjarðar við pakkum til børnini, og við karamellum, røðu og tónleiki at fjálga um og birta ljós. Frants Jensen heldur røðuna í ár. Jólatrøini verða tendrað á Hellunum kl. 15, á Kambsdali kl. 16.30 og í Fuglafirði kl. 17.

 

Hetta fyrsta vikuskifti í advent er tí enn eitt høvi at koma saman, bæði leygardag og sunnudag, til jólahugna, livandi tónleik, góðan mat og gávukeyp. Góðu handlarnir hava leingi opið við framhaldandi góðum tilboðum leygardag, og í Ribarhúsi ber t.d. til at keypa sær eina flotta jóladekoratión, og har syngur kvinnukórið Fljóðljóð kl. 16. Sunnudagin eru harumframt fjálgi Piddasahandil, Lúkukaffi í Ribarhúsi og kaféin í Mentanarhúsinum opin, soleiðis at tey, sum fara til jólatræið á torginum kunnu hugna sær saman áðrenn og aftaná.

 

##med2##

 

Mynd: Dávur Winther