Fuglafjarðar kommuna hevur í ár sett tvær miljónir krónur av í samband við eina ætlan at byggja nýggja grunddeild (1.-3. flokk) og nýggja miðdeild (4.-6. flokk). Hesin peningur er ætlaður til kanningar, tekningar og ymiskt annað í samband við hesa ætlaðu verkætlan.
Verður talan um eisini at byggja eina hádeild (7.-9. flokk), kann hetta møguliga gerast í einum skúlasamstarvi, men einki kann sigast um hetta í løtuni.
Tað var á býráðsfundi 28. januar í ár, at eitt einmælt býráð samtykti bygginevnd og arbeiðssetning fyri bygging av barnaskúla, og býráðið hevur eisini samtykt at heita á MAP Arkitektar um at gera tekningar.
Rønn Eliasen, mentanarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu, sum er við í bygginevndini til skúlaverkætlanina, sigur, at tey hava hugt at skúlum kring landið, og í løtuni fer ein hoyring fram um, hvussu byggjast skal.
Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, sigur, at bygginevndin ætlandi skal verða liðug við sítt tilmæli í juni í ár, og síðan er ætlanin, at skúlaverkætlanin skal leggjast fyri býráðsfund aftur 20. juni í ár.
Mentanarleiðarin sigur, at í skúlaverkætlanini verður áherðsla løgd á at fáa betri og hóskandi høli til eitt nú tónleik, mussikskúla og hornorkestur, heimkunnleika og eisini verða felagsøkir í nýggja skúlanum.
- Gamli skúli í Fuglafirði er frá 1936 og tann parturin, sum vit kalla nýggi skúli, er frá 1964. Vit hava tó nakrar serstovur, sum eru nýggjari, men skúlaviðurskiftini í Fuglafirði eru sum heild ov vánalig og ótíðarhóskandi, sigur Rønn Eliasen.
Bygginevndin, sum býráðið hevur sett, skal mæla til eina byggiskrá, sum lýsir tørvin og øll viðkomandi viðurskifti til politiska støðutakan.
Tey, sum manna bygginevndina, eru Eyðun á Lakjuni, formaður í mentamálanevndini, Ólavur Thomsen, skúlastjóri, Pætur Joensen, býarverkfrøðingur, Rønn Eliasen, leiðari á mentanarøkinum, Fía Jacobsen, lærari og Guðny Vang, skúlastýrisforkvinna.
Formaður í bygginevndini er Eyðun á Lakjuni, og Rúni Abrahamsen, arkitektur, er ráðgevi hjá nevndini.