Fuglafjørður, sum hetta vikuskiftið er karmur um varmakeldu, hevur seinni árini fingið ein nógv snøggari miðbý. Høvuðsvegurin frá Siloa og úteftir - eitt vegastrekkið á umleið 300 metrar - hevur fingið flísalagdar gonguteigar báðumegin.
Í miðbýnum og kring um í Fuglafirði eru gjørdar sera snøggar laðingar, og snøgg blómustøð eru skipaði ymsastaðni. Haraftrat hevur býurin eisini fingið eina nýggja omankoyring til havnalagið beint uttan fyri nýggja FK-handilin.
- Fram við høvuðsvegnum vóru eingir gonguteigar ella nakað, og her var lítið fyri eyguni. Nú er alt vorðið so snøgt og vakurt og er ein frægd hjá okkum, sum búgva her - og hjá teimum, sum vitja okkara kommunu.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at fríðking av býnum var eitt av hansara hjartamálum, tá hann fór upp í býráðspolitikk, og hann heldur, at nógv er hent í so máta í Fuglafirði hesi seinnu árini.