Fuglafjørður broytist og mennist

Uppsjóvarvirkið hjá Pelagos í Fuglafirði dagar nú fram har út á bryggjuni.

Fuglafjørður broytist, samstundis sum býurin, ið frammanundan hevur nógv virksemi, mennist enn meira vinnuliga.

 

Tað gongur skjótt við byggingini av uppsjóvarvirkinum hjá P/F Pelagos har úti á bryggjuni, og tað sæst dagamunur á.

 

Á myndini sæst nýggja uppsjóvarvirkið sum ein risastórur bygningur, og tað er hann eisini.

 

Í summar verður klárt hjá P/F Pelagos at keypa fisk og byrja framleiðslu.

 

Tá Varðin Pelagic varð bygdur á Tvøroyri, varð verkætlanin framd eftir 14 vikum, og alt bendir á, at fuglfirðingar fara at gera tvøráfólki hetta eftir.

 

Uppsjóvarvinnan í Fuglafirði og Klaksvík leggur við hesi verkætlan nógvar pengar niður í Fuglafirði, eins og lokalsamfelagið - bæði vinna og privatfólk - eisini leggja sína orku í.