Fuglafjørður 2 milliónir meiri í skatti

Á Eiði var inntøkan meiri enn eina millión lægri, meðan tað í hinum kommunuum í Eysturoy bara var talan um lutfalsliga smá frávik

Árið í fjør royndist væl í skatti hjá Fuglafjarðar kommunu. Skattainntøkan var 4,54 prosent ella 2.047.920 krónur hægri í fjør, enn hon var í 2012. Fyribilstølini siga, at samlaði kommunuskatturin í Fuglafjarðar kommunu í fjør var 47.157.944 krónur. Skattaprosentið var bæði í 2012 og 2013 21,5% í Fuglafirði.

 

Á Eiði royndist árið í fjør ikki væl, hvat skatti viðvíkur. Skattainntøkan í Eiðis kommunu var 1.092.434 krónur lægri í fjør, enn hon var tað í 2012. Fyribilstølini siga, at skattainntøkan í fjør var 18.082.741 krónur, sum er 5,70 prosent lægri inntøka enn í 2012. Ein partur av frágreiðingini er, at Eiðis kommuna í sambandi við, at fíggjarætlanin varð samtykt undan jólum í 2012, lækkaði skattaprosentið úr 21,0, sum tað var í 2012, og niður í 20,75. At skattaprosentið var lægri í fjør enn í fyrraárið er orsøkin til eina fjórðings millión í minni skattainntøku, meðan størri parturin í minni inntøku stavar frá lægri inntøkum at skatta av.

 

Í Sunda kommunu, sum bæði er í Eysturoy og Streymoy, var skattainntøkan í fjør 1.099.207 krónur hægri, enn hon var í fyrraárið. Inntøkan í fjør var 47.973.867. og vøksturin var 2,34 prosent. Bæði í 2012 og 2013 var skattaprosentið í Sunda kommunu 21,5.

 

Í hinum fýra kommununum í Eysturoy vóru skattainntøkurnar í 2013 umleið tær somu, sum tær vóru í 2012. Í Runavík var vøksturin 298.249 krónur ella 0,26%, í Nes kommunu var vøksturin 61.119 krónur ella 0,18%, í Sjóar kommunu var vøksturin 103.942 krónur ella 0,41%, og í Eystur kommunu var inntøkan 2.987 krónur hægri í fjør enn í fyrraárið.

Hesar fýra kommunurnar høvdu allar sama skattaprosent bæði í 2012 og 2013: Runavík 22,0%, Nes 20,5%, Eystur 21,0% og Sjóar 21,5%.