Fuglafjarðar kommuna keypir FK

- Endamálið er at savna alt virksemið hjá kommununi undir einum taki - og við einari inngongd til allar okkara tænastur, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.

Nú FK letur nýggjan handil upp í Fuglafirði í morgin, hevur Fuglafjarðar kommuna samtykt at keypa bygningin, har FK hevur húsast í Fuglafirði seinastu mongu árini.

 

Sonni á Horni, borgarstjóri, væntar, at keypið av FK-bygninginum verður ein góð og í longdini bíligari loysn fyri kommununa.

 

- Eg ivist onga løtu í, at keypið eisini kemur at gera, at borgararnir í Fuglafirði fáa eina enn betri tænastu.

 

Borgarstjórin sigur, at í løtuni húsast tær tænastur, sum kommunan veitir, ymsastaðni í kommununi.

 

- Vit eru í fimm ymiskum bygningum, sum kommunan antin eigur ella leigar. Við keypinum av FK-bygninginum er endamálið, at allar tænastur hjá kommununi skulu savnast undir einum og sama taki og finnast á eini og somu hurð.

 

Sonni á Horni vísir á, at ætlanin er, at eitt nú lækni, tannlækni, heilsusystrar, barnaverndartænasta og allar aðrar tænastur, sum kommunan veitir, skulu húsast undir somu lon.

 

- Umframt at hetta rakstrarliga verður bíligari í longdini, verður eisini skapt eitt spennandi fakligt og hugnaligt umhvørvi við 35-40 fólkum, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni.

 

Viðheftu tekningar vísa, hvussu ætlanin er, at FK-bygningurin skal koma at síggja út, tá hann er umbygdur til endamálið hjá Fuglafjarðar kommunu.