Fuglafjarðarlist í Føroyingahúsinum

Royndi listamaðurin úr Fuglafirði, Frits Johannesen, sýnur í hesum døgum fram málningar í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Vælvitjað fernisering var í hesum sambandi sunnudagin. Men sínar málningar vil fuglfirðingurin ikki kalla list. - Hetta eru bara málningar; tað má verða upp til onnur at meta um listarliga virðið, sigur Frits

Fyrstu dagarnir hjá Hans Peturi í Brekkunum sum leiðari í Føroyingahúsinum hava bara hepnast væl. Umframt at hava dans við All That Rain leygarkvøldið, byrjaði ein listaframsýning við Frits Johannesen dagin eftir.
Undir vælvitjaðu ferniseringini sungu systkini Kristina og Jógvan Joensen. Og tey vitjandi fingu lekran, lættan pinnamat, vín og djús. Og listamaðurin sjálvur var væl nøgdur.
-Hetta var ein stak hugnalig løta, og eg haldi at tað hepnaðist bara væl, sigur Frits, tá ið dagligdegurin vendur aftur í Fuglfjarðar skúla, har Frits undirvísur.

Íblástur úr tónleikinum
Málningarnir á umtalaðu framsýningini hevur Frits málað í fjør. Íblásturin er úr hugaheiminum hjá Frits. Har finst eitt nú nógv náttúra. Tó hevur hann tikið mesta íblásturin úr tónleikinum. Og stóð tað til eitt val millum at mála og til tónleik, so hevði hann valt tónleikin.
-Men eg hevði ynskt, at eg hevði betur førleika í tónleikinum. So eg hugni mær heldur við at mála, sigur Frits.

Málar fyri egna gleði
Spurdur um tað er umráðandi, at listin hjá honum er væl umtókt, sigur hann, at tað hugsar hann slettis ikki um. Heldur málar hann fyri egna gleði. Ella kanska heldur sum ein hátt at málbera seg á. Tó vil hann helst ikki endurtaka seg alt ov nógv.
- Eg havi málað í nógv ár nú, so tað kann verða torført ikki at mála tað sama eina ferð afturat. Hóast eg eri komin upp í árini, so royni eg endurnýggja meg. Tað ger tað sera spennandi og avbjóðandi at mála, sigur Frits.

Multikunstnari
Frits Johannesen er ein royndur maður, tá ið tað kemur til listaheimin. Umframt at verða málari, hevur Frits eisini verið tónleikari og kórleiðari. Hann hevur lagt nógvar framsýningar aftur um bak; ikki bara heima í Føroyum, men eisini í Týsklandi, Svøríki, Noregi og Danmark. Hetta er tó fyrstu ferð hann er í Føroyingahúsinum.