Fuglafjarðar og Eysturkommuna samstarva

Talan er um eitt felags skúlasamstarv, við javnbjóðis ávirkan og ábyrgd, fyri skúla viðurskifti eftir 7. skúlaár.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skrivað undir nýggjan sáttmála um skúlasamstarv fyri skúlagongd eftir 7. flokk. Skúlasamstarvið eitur Framvit. Talan er um eitt felags skúlasamstarv, við javnbjóðis ávirkan og ábyrgd, fyri skúla viðurskifti eftir 7. skúlaár.

 

 

Nýggi sáttmálin inniber, at Fuglafjarðar skúli framhaldandi verður karmur um framhaldsdeildina, men at kommunurnar varðveita sítt egna skúlaverk fyri øll børn til og við 7. flokk. Sáttmálin er galdandi frá 1. august 2017 og er bindandi í 20 ár fram til 2037.

 

 

Í sáttmalanum stendur millum annað um samstarvið, at Fuglafjarðar kommuna eigur og rekur bygningin, sum verður nýttur til Framvit, men aðrir partir av Fuglafjarðar skúla eisini verða nýttir til samstarvið eftir tørvi.

 

 

Skúlastýri ger tilmæli, um hvørjar íløgur skulu gerast í Framvit, og Skúlastýrið skal tryggja, at talan verður um javnbjóðis ávirkan og ábyrgd hjá báåum kommununum fyri íløgurnar, sum verða framdar