Fuglafjarðar kommuna

Kjartan Madsen

Á sumri 2003 vóru vit nøkur fólk á Kambsdali sum skrivliga mótmæltu eini ætlan at gera eitt ítróttarvøll 5-10 metrar frá húsum okkara. Vit vístu í skrivi á, at kommunan ikki hevði rætt at gera slíkan vøll á økinum, tí tað var í móti byggisamtyktini. Hóast Tekniska nevnd við Dánjali Vang, Jón N. Olsen og Jan Toftegaar, greiðliga fekk at vita frá Innlendismálaráðunum (9. mars 2005), at teir ikki mugu seta nakra útgerð upp, lata teir sum luft og halda fram við arbeiðnum. Hóast eg fleiri ferðir hava skriva til Teknisku nevnd og eisini til allar kommunustýrislimirnar - Sigurd Simonsen, Dánjal Vang, Petur Abrahamsen, Jón N. Olsen, Tórfríð Abrahamsen, Jan Toftegaard, Eyðun á Lakjuni, Signar á Brúnni og Elisabeth Olsen -, og víst teimum á, at teir gera ímóti byggisamtyktini, lata teir ikki um vón. Ikki ein einasti teirra svaraði aftur. Vit sum búgva í kommununi vita, at her fara so nógv løgin mál fram (onkur kallar tað rossahandlar), har kommunustýrislimirnir geva hvørjum øðrum serrættindi, at eingin teirra kann/vil mótmæla uppskoti, ið onkur teirra setur fram. Eg eitt parkeringspláss framman fyri húsini (og einki hús) og tú ein veg. Soleiðis arbeiða okkara kæru fólkavaldu, annars mátti, um ikki annað, ein teirra støðga lógarbrótingini. Er tað nakað at siga til, at hinar bygdirnar í grannalagnum ikki vilja tosa um samanlegging við Fuglafjarðar kommunu.
At vit enn mótmæla, kemur ikki av, at vit ikki ynskja ítróttarvøll. Nei, als ikki, men einans ikki so tætt við húsini. Dalurin er stórur, har eru fleiri 1000 ferðmetrar á byggja á, m.a. við ítróttarhøllina. Tað økið er lagt av til endamálið.
Innlendismálaráðið veit sera væl av, at kommunan ikki fylgir niðurstøðuni, men tey ikki stundir at gera nakað við málið, tí arbeiðsbyrðan er ov stór.
Ætlaði ikki at skriva lesarabrævið, men metti hetta var einasti máti at varpa ljós á málið.
Kambsdalur 31. mars 2006