svimjing
Fuglajfarðar Svimjifelag vann ikki færri enn 43 gullmerki, tá unglingameistarakappingin varð svomin um vikuskiftið.
Kappingin gekk fyri seg í Klaksvík, har hópur av svimjarum úr øllum landinum høvdu sett hvørjum øðrum stevnu.
Sum skilst á fyrireikarunum, so gekk væl at avgreiða kappingina.
Eitt einstakt føroyskt met var sett, og var tað Jutta Thomsen av Tvøroyri, sum setti hetta í 400 metra frí.
Mest vinnandi svimjarin var annars Natalia Reinar úr Ægir. Hon vann ikki færri enn 16 gullmerki. Elspa Mørkøre úr Fuglafjarðar Svimjifelag vann hesaferð 15 gullmerki.
Hjá mansunglingum tók Jákup Øssurson Mohr sær av 13 gullmerkjum, meðan Høgni Miné-Rasmussen vann 10 kappingar.
Samlaða býtið av heiðursmerkjum millum feløgini var annars hetta:
Fuglafjarðar Svimjifelag431710
Havnar Svimjifelag261918
Ægir17101
Vágs Svimjifelag10127
Flot61912
Tvøroyrar Svimjifelag41816
Skeggjar1135
Reki012









