Fuglafjørður skal hava nýggjan kommunustjóra

Fuglafjarðar kommuna skal hava nýggjan kommunustjóra, nú kommunustjórin ella býráðsskrivarin seinastu 45 árini, Jákup Frants Larsen, leggur frá sær fyri aldur

Fuglafjarðar kommuna lýsir nú eftir nýggjum kommunustjóri. Í lýsingini stendur, at Fuglafjørður er ein kommuna í framburði við sterkum vinnulívi, livandi mentanarlívi og skapandi borgarum innan øll øki. Í kommununi starvast 120 fólk, harav 13 starvast í umsitingini.

Víðari stendur, at umsitingin í Fuglafjarðar kommuna miðar ímóti at veita víðskygdar tænastur, har strembað verður eftir at veita bestu umstøður til menning og framburð saman við borgarum, vinnulívi og øðrum.

Í umsóknini stendur eisini, at tað er umráðandi, at kommunustjórin og starvsfólkini stuðla býráðnum við at seta dagskránna í mun til samfelagið, og at kommunustjórin setur serligt fokus á framburð, í samstarvi við borgarar, vinnu og aðrar áhugabólkar.

Starvið sum kommunustjóri verður sett frá 1. september 2020. Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.

Umsóknarfreistin er 17. apríl klokkan 12.