FLOGBÒLTUR
Undan dystinum var alt longu avgjørt. ÍF er føroyameistari fyri kappingarárið 2002/2003. Síðsti varðin á tryggu leiðini var Fram leygardagin.
Alt, sum kundi grulva og ganga av flogbóltsáhugaðum fuglfirðingum, var komið í høllina á Kambsdali.
Kvinnurnar høvdu longu tryggjað sær gullið, og gullrúsurin var fullkomin. Skipað var longu fyri veitsluhaldi sama kvøld, og menn sóu lætt upp á dystin móti Fram.
Fyri havnaliðið Fram var hetta síðsti dysturin sum verandi føroyameistarar. Spælið hetta kappingarárið rakk ikki longur enn til eitt fjórða pláss, men ein lítil uggi kann tó vera, at teir kláraðu seg betri enn grannarnir úr Fleyr.
Fram kom til Kambsdalar við einum skerdum liði. Eingin eykaleikari var í hópinum, og tann hálvskaddi Finnur Justinussen, sum fyri tað nógva hevur spælt libero í ár, spældi allan dystin sum diagnolur og kantur.
Og Fram hevði einki at spæla fyri. Teirra møguleika at fáa nakað um hálsin var farin, og tað besti teir høvdu við sær á Kambsdali vóru minnini um eydnuna fyri einum ári síðani.
Striltið
Lat tað eisini vera sagt beinanvegin: Heldur ikki hesin dysturin hevði nakað serliga meistaraspæl at bjóða uppá. Tað er ikki nógv annað at rokna við, tá bæði liðini hava so lítið at spæla fyri.
Fyrsta settið var ógvuliga rótut, og serliga Fram funnu illa stevið. Spælararnir tóktust ørkymlaðir, og liðið varð millum annað dømt fyri uppstillingsfeil, og tað var meira enn so, at leikararnir stóðu skeivt ella vísast upp á pláss.
ÍF vann settið trygt uttan at toyggja seg stórvegis. Í einum tílíkum illa spældum setti er tað ein dygd, meistaralið duga, at hála sigurin inn.
Vendi 180 stig
So vóru vit óivað nógv, sum sótu og bíðaðu eftir, at hesin dysturin skuldi avgerast 3-0 til íF, og veitslan kundi byrjað, og Fram líktist ikki einum liði, sum kundi fáa spælið at hanga saman. Men so var ikki.
Hesa einu løtuna, 2. sett vardi, glógvaði í hjá Fram, og teir gjørdu ikki mætari enn at vinna settið.
Og øll vóru líka bilsin. Væl tilbúgni herurin av ÍF-stuðlum hevði ikki fingið handritið til hendan partin av sýningini leygardagin. Men fuglfirðingar fóru ikki niður við flagginum, og stuðulin frá sjeynda manninum var har allatíðina.
Nógv slitna orðingin um tað hamskifta ítróttaliðið kann eisini nýtast í sambandi við Fram í øðrum setti.
Fram eigur stórar og góðar blokkspælarar, og í øðrum setti var tað sum um hesir risar vaknaðu úr dvala.
Menn sum Suni Juul Pedersen og rumenski suðuroyingurin Romica Øster hava dygdir í miðblokkinum, sum eru millum tær frægastu í Føroyum.
Við settmuninum 25-23 vann Fram settið, og spenningurin var aftur í dystinum.
Aftur á beint
Fram hevði leygardagin ikki nógvar streingir at spæla upp á, og menn fullu eisini fyri møðini, og hetta gekk í stóran mun útyvir spælið.
Ì øllum førum var upp- og niðurtúrurin hjá Fram ikki liðugur enn.
ÍF endaði við at vinna settið 25-11, og støðan sigur í veruleikanum alt um settið.
ÍF settið ferðina upp, og stabilu leikararnir á ÍF liðnum sendu Fram líka so skjótt niðuraftur á jørðina, eftir upptúrurin í øðrum setti.
ÍF-liðið er gott á øllum plássum. Skal glansurin takast av onkrastaðni, so má hetta vera á miðjuni. Liðið skiftir dúgliga út á miðplássunum, og tað royna seg oftani fleiri leikarar á hesum plássum í dystinum.
Hevarin er frálíka góður, og hann hevur ógvuliga stabilar hevingar út til kantleikararnar, Rúna Weihe og Boban Ilic. Liðið hevur ikki tær nógvu kombinatiónirnar, men hvat bilar tað, tá uppskriftið við kantspælinum riggar fínt.
ÍF vann
Eftir lúsingin skuldi Fram royna at reisa seg aftur. Og tað gjørdi teir fyri sovítt eisini. Settið kundi gerast síðsta settið í árinum, og leikararnir hjá góvu tað, teir áttu.
Við seks troyttum monnum var tað ikki so lítið sigandi um dystin og kappingarárið, at liðini fylgdust nakað væl inn í settið, men tá tað nærkaðist endanum, fór ÍF siglandi framvið, og FM-heitið kundi pyntast við enn einum sigri.
Tá avtornaði var ÍF fimm stig frá nærmastu fylgjaranum, sum gjørdist Mjølnir. Sæð yvir eitt heilt kappingarár var ÍF væl eisini fimm stig betri enn hini liðini.
Burtursæð frá Fleyr kunnu øll vinna á øllum, og ÍF hevur klárað seg best í innanhýsisuppgerðinum, og hini liðini hava dugað at taka stig frá hvørjum øðrum.
Sosialurin ynskir ÍF til lukku við greipuni.










