Fuglafjørður hevur havt eitt gott ítróttarár (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við borgarstjóran í Fuglafjarðar kommunu, Sonna á Horna

Seinnapartin segði Petur Asbjørn Lervig á FM frá dystinum í 1. deild millum ÍF og KÍ, har ÍF við einum 3-0 heimasigri í Fløtugerði í Fuglafirði tryggjaði sær uppflyting.

 

Í sendingini hjá FM1 var eisini ringt til borgarstjóran í Fuglafjarðar kommunu, Sonna á Horni sum kann fegnast um nógv góð avrik hjá ítróttarfólkum í Fuglafirði, bæði í kappróðri, flogbólti, fótbólti og í øðrum ítróttargreinum.

 

Hetta saman við 100 ára degnum sum ein sjálvstøðug Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt 2018 til eitt minniligt ár hjá fuglfirðingum. Mánadagin verður sjálvur 100 ára dagurin, og tað verður eisini hátíðarhildið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Sonna á Horni.