Fuglafjørður eigur nógv listarfólk, og varmakelda verður heldur ikki í ár uttan listaframsýningar.
Summarframsýning verður í Ribarhúsi, har 16 fólk, sum eru ættað úr Fuglafirði, fara at sýna fram sína list. Eisini verður ein gestasýnari við á framsýningini, og tað er Helga Thagaard úr Thisted í Danmark.
Á framsýningini verða málningar, fotomyndir, vatnlitsmyndir, myndir doyptar í bronsju og grafiskar myndir.
Forvitnisliga framsýningin í Ribarhúsi læt upp í dag klokkan 16 og verður opin leygardagin og sunnudagin frá klokkan 16-20.
Varmakelduframsýning verður eisini í fimleikarhøll skúlans, og hendan verður opin somu dagar og klokkutíðir sum framsýningin í Ribarhúsi frá klokkan 16-20.