Fuglafjørður bjóðar til mentanardagar

- Á mentanardøgunum í Fuglafirði frá 30. august til 4. september bjóða vit eina rúgvusmikla og forvitnisliga skrá, sigur Rønn Eliasen, mentanarleiðari.

- Á mentanardøgunum í Fuglafirði bjóða vit eina rúgvusmikla og forvitnisliga skrá við eitt nú framsýningum, upplestri, matstovuupplivingum, verkstøðum, barna-og familjutiltøkum, konsertum, sjónleiki, harmonikutónum og slupptúrum við góðbitum - bert fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni.

 

Tað sigur mentanarleiðarin hjá Fuglafjarðar kommunu, Rønn Eliasen.

 

Mentanardagar verða í Fuglafirði í døgunum, 30. august til 4. september, og her verður fokus sett á tað, sum fuglfirðingar rópa tilfeingismentan.

 

- Her fara vit at varpa ljós á tað, sum er rundan um okkum, bæði í havinum og uppi á landi. Vit eiga góðar rávørur, sum Fuglafjørður eigur sín stóra lut í, kreativ og dugnalig fólk, hugskotsríkar vinnufyritøkur, blómandi frítíðarvirksemi - alt hetta umgyrt av vakrari náttúru.

 

Rønn Eliasen vísir á, at á mentanardøgunum verður skipaður ein stórur matmarknaður í Fuglafirði, har sjóneyka verður sett á tilfeingi. Hesin dagur verður leygardagin 3. september frá klokkan 11-17.

 

- Vit hava bjóðað fyritøkum - ikki bara her í Fuglafirði, men kring landið - at luttaka á stóra matmarknaðinum. Málið er at savna føroyskt tilfeingi innan matmentan á einum staði og geva fólki - ungum sum tilkomnum - møguleikan at skilja, smakka og keypa á marknaðinum.

 

Mentanarleiðarin vísir á, at matmarknaðurin verður skipaður soleiðis, at hvørt virki fær eitt ávíst pláss, og her verður møguleiki at siga, hvat og hvør viðkomandi virki ella persónur er, og hvørjar vørurnar eru. Her skal eisini vera høvi til smakkiroyndir ella brellbitar, eins og møguleiki verður at selja vørur á matmarknaðinum.

 

- Í einum størri samanhangi vilja vit spæla við siðbundin sjónarhorn og byggja brýr millum tað kreativa samfelagið, lærandi vinnuna og framskygda ungdómin. Taka vit saman um mentanardagarnar, sum matmarknaðurin verður partur av, er endamálið at menna føroyskt tilfeingi, føroyskan ungdóm og list við fyrilestrum og upplivingum av ymiskum slag, sigur Rønn Eliasen.