Fuglafjørður aftur karmur um Harmonikufestival

Tað er Fuglafjarðar Harmonikufelag, sum stendur aftan fyri hetta stóra tiltak.

 

 

 

Harmonikufestivalur er í Fuglafirði hetta vikuskiftið, 23.-25. august, og klokkan 19 í kvøld var festivalurin settur. Fleiri konsertir eru í kvøld við bæði føroyskum og útlendskum luttakarum - og enn fleiri verða í morgin, leygardagin, eins og konsertir eisini eru á skránni sunnudagin.

Tað er Fuglafjarðar Harmonikufelag, sum stendur aftan fyri festivalin í Fuglafirði. Hetta er eitt lutfalsliga ungt felag. Men, limirnir í felagnum, sum búgva ymsastaðni í Føroyum, hava verið virknir í mong ár.

Endamálið hjá felagnum, sum formliga varð stovnað hin 1. september í 2016, er at stuðla og menna harmonikuspæl og áhugan fyri harmonikutónleiki í Føroyum. Tað var Sólgerð Andreassen, sum tók stig til at stovna felagið.

Umframt at skipa fyri Harmonikufestivali, er Fuglafjarðar Harmonikufelag rættiliga virkið og hevur nógv jørn í eldinum – til gleði og gagns fyri nógvar borgarar landsins. Regluliga verður spælt ókeypis í pensjónistafeløgum, dagtilhaldum og heimavirkishandlum í samband við hugnaløtur, almannatiltøk, gildishald, gestaboð, veitslur og borðhald.

##med2##

- Á festivalinum kanst tú uppliva barnaframførslur, leikfólkaframførslur, áhugaleikaraframførslur á ymsum stigum, og her verður eisini høvi at uppliva leikarar á professionellum stigi, og yrkisleikararnir eru í flestu førum fólk við drúgvari útbúgving.

Spæl og framførslur hjá yrkisleikarunum eru til stóran musikalskan íblástur  og stimbrandi lærdóm hjá luttakandi, lurtandi og útinnandi harmonikuamatørum.  - Fyri áhugaleikarar eru møguleikar fyri tónlistarligari menning, tí skipað verður eisini fyri tónlistaverkstovu.

Umframt ein hóp av tónleikaframførslum verður á Harmonikufestivalinum eisini felagssangur við undirspælandi harmonikuliði í samkomuhúsum og kirkju, siga tey, sum standa aftan fyri Harmonikufestivalin í Fuglafirði.

Á heimasíðuni - www.harmonikufestivalur.fo - liggur ymisk kunning um festivalin og skránna fyri hetta stóra og fyrimyndarliga góða harmonikutiltak í Fuglafirði.