Fuglafjarðar býráð hevur nú sett sær fyri at fáa ein ferðavinnupolitikk fyri kommununa. Saman við Kunningarstovuni í Fuglafirði, er býráðið sostatt farin undir arbeiðið at leggja eina menningarætlan fyri ferðavinnuna í økinum.
Kunningarstovan í Fuglafirði sigur í einum tíðindaskrivi, at í 2019 setti vitjunartalið met, eisini í Fuglafirði, og áhugin fyri at skipa fyri upplivingum er vaksin.
– Tí er neyðugt at skipa økið, soleiðis at ferðavinnan kann vera eitt gagnligt ískoyti til frama fyri fólk og vinnulív, sigur kunningarstovan.
Fuglafjørður er størsti sjálvstøðugi býur í Eysturoy. Eftirspurningurin eftir gisting er stórur, bæði frá ferðafólki um summarið, men eisini í samband við tiltøk og vinnulív um veturin. Men gistingarmøguleikarnir sera fáir og tað er eitt øki, sum kann mennast rættiliga nógv, siga tey. Onnir øki, sum kunnu mennast, er ferðavinna í sambandi við sjógvin og fjørðin.
Tey leggja eisini dent á, at tað er neyðugt at tryggja, at ferðavinnan her verður burðardygg, og at hon gagnar býnum, og at semja er um ferðavinnupolitikkin og nú leita tey eftir fólki at standa á odda fyri menninarætlanini.