B36 er á veg til Fuglafirðar, og tølini siga, at teir í árstalsfelagnum plaga at standa seg væl í Fløtugerði.
B36 heimasíðan veit at siga, at síðstu tjúgu árini – 1998 – 2018 – hava ÍF og B36 tjúgu ferðir dystast í Fuglafirði. ÍF hevur vunnið tríggjar ferðir, seks ferðir er tað endað javnt, og B36 er ellivu ferðir farið suðuraftur við fullari úrtøku.
Málmunurin er 20-43.
Síðsti ÍF heimasigurin ímóti B36 var í 2015. Tá vann ÍF annan dystin í Fuglafirði 3-1, og B36 vann hin dystin 3-1.
Hjá ÍF er skaðalistin langur: Tóri Traðará, Henry Heinesen, Poul Nolsøe Mikkelsen og Karl Løkin.
Hjá B36 er skaðalistin eisini langur: Rói Mørk Hentze, Róaldur Jakobsen, Hannes Agnarsson og Erlendur Magnusson.
Tað er ivasamt, um Erling D. Jacobsen og Bjarni Petersen eru førir fyri at spæla.
Eli Falkvard Nielsen og Magnus Holm Jacobsen eru tøkir aftur eftir leikbann.