Í fríska og kaldliga lotinum í morgun høvdu fleiri fólk leitað sær á fuglaferðina í Klaksvík saman við Silas og Vár.
Tað er morgunsendingin hjá Kringvarpinum, sum skipar fyri hesum ferðum. Vár Berghamar Jacobsen, sum helt mikrofonini, og Silas Olufson úr Klaksvík, ið er ein rættur fuglafrøðingur, tó at hetta er at kalla hansara fulltíðar ítriv, greiddi frá.
Tey byrjaðu uppi við Bónus við Borðoyarvík í Klaksvík, gingu oman á Flesjarnar og síðani Út í Grøv, har serliga nógv fuglalív er.
Silas hevur víst á hópin av fugli, sum vit vanliga einki vita um eru har og hevur eisini havt ríkandi fyrilestrar um hetta sama. Silas er eisini væl útgjørdur við kikara og linsum til myndatøl, sum kosta hópin av peningi.
Men áhugi og hegni hansara at finna hesar sjálvsomu fuglar, hevur ríkað mangan fugla- og náttúruvinin.
Tekstur og mynd: Dávur Winther