Fugladagurin: Global Big Day

Tann 9. mai verður stóri árligi fugladagurin “Global Big Day”, har fólk kring allan heimin fara út at telja fugl, og síðani skráseta teljingina á eBird-heimasíðuni.

Í hesum korona tíðum er tað kanska ikki møguligt hjá øllum at fara út at telja fugl, men hóast tað, so kanst tú verða við á Global Big Day. Man kann telja frá køksvindeyganum ella ferðast millum oyggjar í allan dag, júst sum tað passar einum. Um tú bert hevur 5 ella 10 minuttir, skráset so bert teljingina á eBird.org ella við eBird appini til snildfonir, ið tú lættliga kanst nýta til at skráseta fuglar, samstundis sum tú telur. Um tú hevur betri stundir, ber eisini til at skráseta teljingar ígjøgnum dagin, og á tann hátt kanna mongdina og slag av fugli bæði á morgni og á kvøldi.

Um tú hevur hug at royna teg, far so inn á leinkið niðanfyri og ger tær eina kontu við at trýsta á "Create Account". Tað er ókeypis!

https://ebird.org/news/global-big-day-9-may-2020?fbclid=IwAR2wCTxAF_jlfyrNM1eihZdtIsPkU5ARKmpljmKkQgU3Xz8duDEEkY70FKo


Tá hetta er gjørt, so kanst tú ómakaleyst skráseta tína teljing við at trýsta á “Submit”.

Um tú ivast í onkrum, so ber til at skriva til Fuglafrøðifelagið á teirra facebook síðu, har tey eru til reiðar at hjálpa við skráseting, fuglanøvnum, fuglasløgum og øllum í samband við teljingina.

Allar teljingar, ið verða skrásettar, hjálpa okkum at betur skilja fuglastovnarnir kring heimin. Í fjør skrásettu 35.209 fuglateljarar frá 174 londum heili 92.284 kanningarlistar uppá bert ein dag! Í Føroyum taldu 7 fólk 57 fuglasløg í fjør. Hetta var ikki langt aftanfyri Ísland, har 24 fólk taldu 95 fuglasløg. Í mun til stødd og fólkatal er hetta rættiliga flott! Men, kunnu vit gera tað uppaftur betur í ár?

Hugni tykkum, njóti fuglarnir, minnist til at halda tilmælunum frá myndugleikunum, og skráset tínar teljingar á eBird. Hvør fuglur telur!