Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin eru í hesum døgum í Saudiarabia fyri at taka lut í HM fyri felagslið í kappingini, sum nevnist IHF Super Globe.
Füchse Berlin eru júst lidnir at spæla tann fyrra dystin í innleiðandi bólki B móti suðuramerikonsku meistarunum, San Fernando úr Argentina.
Füchse Berlin vann stórsigur 48-34 á San Fernando. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 24-14.
Hákun fekk møguleikan í seinna hálvleiki. Í fyrra hálvleiki var tað hálvi tvøramaðurin, Hans Lindberg sum var úti á veinginum. Hákun skoraði trý mál, vann liðnum eitt brotskast og vann eisini í onkrum føri bóltin frá San Fernando, tá argentinska liðið var í álopsstøðu.
Hákun er so fyrsti føroyski landsliðsleikarin, ið kappast í HM-endaspælinum fyri felagslið.
Ígjár vann Kuwait SC 41-29 (19-15) á San Fernando í tí fyrsta dystinum í bólkinum.
Í morgin klokkan 11.30 spæla Füchse Berlin og Kuwait SC bólkafinalu. Füchse Berlin hevur betri málmun enn Kuwait SC, og stendur seg tí við javnleiki.