Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin er HM-silvurvinnari fyri felagslið, ið hevur verið leikt í Saudiarabia farnu dagarnar.
Füchse Berlin, ið vann hálvfinaluna í IHF Super Globe á Barcelona aftaná longda leiktíð tapti í dag í finaluni fyri Magdeburg aftaná longda leiktíð.
Hetta er triðju ferð á rað, at Magdeburg vinnur IHF Super Globe.
Füchse Berlin var annars á odda 16-13 í steðginum. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29. Svenski stórskjúttin hjá Magdeburg, Daniel Pettersson brendi eitt brotskast í allarseinasta sekundi av vanligu leiktíðini. Füchse Berlin fekk sostatt ein eyka møguleika, men teir vóru ikki líka neyvir sum Magdeburg í longdu leiktíðini. Magdeburg vann dystin 34-32.
Hákun fekk ikki ynskiligt av spælitíð í teimum avgerandi dystunum, men sum partur av hópinum er hann HM-silvurvinnari fyri felagslið.
Barcelona vann bronsu aftaná 33-30 (14-16) sigur á Kielce.
Longu komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir Füchse Berlin heimadyst móti Dinamo Bukarest í EHF European League.