Füchse Berlin mátti lúta fyri greiða oddaliðnum

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir mugu nú stríðast fyri at røkka øðrum plássinum

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin mugu nú staðfesta, at tað er ógvuliga sannlíkt, at SC Magdeburg verður týskur meistari í hesum kappingarárinum.

 

Berlinarnir spældu torføran útidyst móti Magdeburg, har Füchse Berlin hevði hart brúk fyri einum sigri fyri at skapa spenning í stríðnum um meistaraheitið. Tað gekk ikki, og nú er Magdeburg sjey stig frammanfyri nummar tvey í deildini. 

 

Magdeburg vann 35-33 á Füchse Berlin. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. 

 

Hákun var effektivur. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið.

 

Füchse Berlin er nummar trý í deildini við 40 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Flensburg-Handewitt, ið liggur á øðrum plássinum sum gevur atgongd til Champions League. Magdeburg er langt fremst við 48 stigum, og tað er sera torført at síggja, at teir fara at snáva. Füchse Berlin má tí stríðast fyri at enda næstfremst í bundesliguni.

 

Klokkan 19 spæla Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf dyst á útivølli móti Gummersbach.