Füchse Berlin er fremst við fullum stigatali

Hákun slapp upp í part tá Füchse Berlin vann greiðan sigur á Erlangen á útivølli

Tað gongur framúr væl hjá liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin.

 

Füchse Berlin vann í dag greiðan 35-27 sigur á Erlangen á útivølli, og er fremst í týsku bundesliguni við fullum potti, 16 stig fyri átta dystir.

 

Í steðginum var Füchse Berlin á odda 18-12.

 

Legendan á danska landsliðnum, hálvi tvørámaðurin, Hans Lindberg heldur fram við stórspæli á høgra veingi, umframt at vera tryggur brotskastsskjútti. Í dag skoraði Lindberg fimm mál upp á fimm møguleikar.

 

Hákun slapp at royna seg eina løtu, men hann fekk tíverri ikki bóltin framvið málverjanum hjá Erlangen tær báðar ferðirnar hann kom til møguleikan. Hákun var noteraður fyri eitt assist (upplegg) í dag.

 

Komandi hóskvøld tekur Füchse Berlin móti Rhein-Neckar Löwen á heimavølli.