Fuck tourists

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Fuck tourists, fuck tourists rópti tannáringurin, sum seldi, royndi at selja, postkort í palestinska Betlehem í meldurhvirluni millum enn eina gamla kirkju, har sum Jesus kanska var, ja, meira at siga kanska, kanska, varð føddur, og bussin, sum var har.

Eingin keypti frá honum, unga manninum, og tað fekk øðina í hann. Kanska smurdi pápin hann av, tá hann kom til hús við øllum postkortunum og ongari inntøku. Lorta turistar. Fuck tourists. Hví selur hann ikki okkurt, sum vert er at keypa? Kaldar øl til dømis.

Tað eru kortini ikki bara áleypandi gøtuseljarara, sum órógva ferðafólk har í Miðeystri.

Við lýsandi talgildum stavum stendur Welcome to Israel hinu megin trygdareftirlitið. Men við passlúkurnar og við kuffertaskannaran kennir tú teg ikki vælkomnan. Tvørturímóti.

Skikkiligastu hampafólk úr Føroyum verða hálað til viks og biðin um at tøma kuffertið, so øll í langa halanum síggja, hvat har er í.

Er hetta veruliga tú? spyrja vápnaðu miðnámsskúlagenturnar og hyggja í passið. Hvussu eitur tú? Hvat gert tú ger? Nær fert tú heim?

Vælkomin, vælkomin. Eg meini tað.

Ein meginregla við trygdareftirlitum, sum eru uppfunnin fyri at gera ferðafólki ónáðir, er, at tað má ikki ganga ov skjótt at ganga ígjøgnum. Tí eru ongantíð allir skannarar mannaðir ella allar passlúkur. Fólk, sum ferðast, hava frí. Tey hava saktans góða tíð at bíða.

Men skjótt gekk tað afturímóti, við rúkandi ferð, í Egyptalandi gjøgnum oyðimørkina til markið hjá lovaða landinum.

Bussførarin hevði øgiligan skund. Kanska var hann nýgiftur og honum longdist heim aftur til Kairo. Seks tímar at koyra, fýra við hansara ferð, tá hann var sloppin av við okkum 200 metrar og ein tíma pluss frá digitalu welcome talvuni.

Vit koyrdu í einum fylgi, allir bussarnir við útlendingum, sum høvdu verið uppi á Sinaifjallinum.

Okkara bussur byrjaði aftast. Men eftir ein hálvan tíma vóru vit fremst. Hann tók ein bussin fyri og annan eftir. Fór fram um á høvdum, har um sýnið var 100 metrar og minkaði skjótt. Tók ein politibil við, nú hann var vinstrumegin kortini, hóast miðstrikan á vegnum var óbrotin og ikki kám. Anarkistisk ferðsla.

Men fremsti bussurin í konvoyini vildi ikki sleppa okkum framum.

Royndi fleiri ferðir, men hin koyrdi bara út fyri hann, í síðstu løtu sjálvandi. Hetta var jú kappkoyring, bussrally við øllum váða.

Men tíggjunda royndin eydnaðist. Hann slapp framum.

Tey, sum sótu heilt har frammi, søgdu, at hann koyrdi 130. Óført, tí bussurin var gamal. Men vit vunnu. Tey tíggju ferðsluboðini, who cares?

Undarligt, ja, heilt surrealistiskt, at hoyra ein mann siga bart út: eg havi dripið nógv fólk. Eg síggi andlit teirra fyri mær, andlitini, beint áðrenn eg skeyt tey.

Vit vitja Taysir Abu Saada, róptur Tass, í palestinska Jeriko. Hann var næsti maður Arafats, drap jødar og kristnar arabarar fyri Arafat. Hann var sníkiskjútti.

Tass fór so til USA og gjørdist ríkur har the american way. Byrjaði við at vaska upp á einari matstovu. Endaði við at eiga gistingarhús og matstovur og minst eina milliard. Og so bleiv hann frelstur, sá hvíta ljósið og alt hatta sirkusið.

Fór heim aftur at hjálpa sínum egna fólki.

Eingin í salinum stúrsaði við, tá hann uttan nakað segði, at hann hevur dripið nógv fólk. Hann kundi tað sama sagt, at hann hevði verið til handils tann morgunin.

Eg var tann einasti, sum hugsaði um ein annan hópdrápsmann, Breivik.

Og so relativt alt er. Tass gjørdist kristin. Breivik er kristin.