Fyritøkan hevur etablerað seg í Føroyum sum FTZ-Amboð & Billutir og heldur til í Havn og á Kamsdali.
Á fundinum vóru fólk úr meginpartinum av landinum, sum umboðaðu ein stóran part av føroysku bilbransjuni. Tað vóru umboð fyri FTZ saman við varastjóranum, Michael Juul Hansen, sum kunnaði um hvørjir møguleikar eru við nýggju eykalutaskipanunum.
FTZ Autodele & Værktøj A/S er størsta heilsølufyritøkan í Danmark innan eykalutir og amboð til bilar. Fyritøkan hevur yvir 47 deildir við 840 starvsfólkum.