- Einki felag sleppur undan at gjalda vinningsbýti til sínar eigarar, og vit halda, at Føroya fólk eisini skal hava gagn av, at tað gongur Føroya Tele væl.
Tað sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
Føroya Tele hevði í fjør 32,8 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, og aðalfundurin í felagnum hevur avgjørt at rinda eigaranum, sum er Føroya Landsstýri, tilsamans 30 milliónir krónur í vinningsbýti. Av hesum eru 20 milliónir krónur vanligt vinningsbýti, meðan aðrar 10 milliónir krónur verða lætnar sum serstakt vinningsbýti, tí tað gongur væl hjá felagnum.
Niðanfyri ber til at hoyra samrøðu við Kristian R. Davidsen um ársroknskapin hjá felagnum.