Thormann Kruse
Spurningurin, sum verið hevur frammi seinastu tíðina er: um tað skilagott er at býta FT í tvey: ein kervispart og ein tænastupart.
Landstýrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm fekk ikki færri en trý tilmæli, so hann velur sjálvur, um hann fylgir tilmæli FT, smærru veitar-anna ella Fjarskiftiseftirlitsins.
Føroyski borgarin, sum eigur FT fær sera divergerandi ella missvísandi upplýsingar og hevur tí ongan kjans at velja fyri ella ímóti.
Vit sum starvast í samskiftisvinnuni standa næstan líka spyrjandi, tí lurta vit eftir úttalilsum FT í fjølmiðlunum ljóðar hesi skilagóð, men táið vit tosta vit FT kenna vit onki aftur. Tá stendur heilt einfalt í botni beinanvegin og onki ber til.
Fyri at skilja grundina er helst neyðugt at blaða aftur í tíðina, tá einasti veitari var FT, uttan kundar, man bara hevði abonentar.
Við frælsisgerðingini av økinum komu kappingarneytar og nú noyðist øll í vinnuni at gera meir fyri minni. Kundin fær eisini meira fyri minni. Seinastu 4 árini er prísurin á t.d. Internetinum lækkaður við 75%.
Tað vit kenna til áðrenn kapping kom, var bert at prísirnir hækkaðu.
Kapping er sostætt neyð-ug um framburður skal vera.
Grundin til at smáðu veitararnir hava mælt landsstýrismanninum til at greina FT sundur í tvær vælvirkandi eindir er ikki fyri at oyðileggja FT, men fyri at geva teimum sama møguleika at kappast á føroyska marknaðinum.
Í dag er tað nevnuliga soleiðis at FT umsitur alt kervið um uppbygt er í monopoltíðini. Hetta kerv-ið, sum á tekniskum máli verður kallað undirstøðukervið umfatar alt kaðalnetið (kopar og fipur) sum liggur í jørðini bæði gamal og nýtt.
Undirstøðukervið kann sammetast við veðakervið í Føroyum. Hetta hava Føroyingar goldið stórt sæð seinastu 50 árini ? og her er talan um ovurstórar upphæddir.
Um nú Landsverk/ Strandferðslan hevði einkarætt til samferðslukervið á sama hátt sum FT hevur tað til undirstøðukervið. Hevði verið sera torført ella ógjørligt hjá nøkrum flutningsfelagi at bjóða seg fram við tænastuveitingum.
Áðrenn farast kann í gongd er neyðugt at fáa loyvi at nýta kervið. Kostnaðin ásetur FT stórt sæð uttan samanhang. So kemur fjarskiftiseftirlitið uppí og so gongur long tíð áðrenn nakað hendir. Soleiðis er støðan hvørja ferð.
Tá avtalan enduliga er komin í lag hevur FT langt síðani bjóða honum, sum tú ætlaði at tænastuveita, eina loysn sum er bíligari enn tað vit skulu gjalda FT fyri at nýta undirstøðukervið. Vit spyrja tí: kostar tænastuveitingin negativa upphædd ?
Prísurin og bíðitíðin hevur gjørt at TeleTech hevur gjørt sítt egna samskiftiskerv og Kall hevur í stóran mun eisini gjørt sítt egna. Yvirføra vit hetta til vegakervið eru tríggir paralellir vegir til Klaksvíkar. Ein eigur FT, ein eigur Kall og TeleTech eigur ein. Allir eru tvísporðair, tí tað er neyðugt. Ferðslan er ikki meiri enn at allir tænastuveitararnir kundu nýtt sama veg, men vit hava tríggjar, og tað mugu kundarnir gjalda fyri. Hetta er irrationelt og átti ikki at koma fyri.
Fyri kundan er henda støða bæði verri og dýrari enn neyðugt. Her eru trý redundant kervi at halda við líka. Soleiðis hevði støðan ikki verið um FT var sundurgreinað í eitt kervisfelag, sum royndi at fáa allar tænastuveitararnar sum kunda. Hetta hevði latið upp fyri veruligari kapping í tænastuveitingum. Ikki sum nú: har nýggju veitararnir noyðast at byggja egið undir-støðukervi, ella gjalda ein "halt teg burtur" prís til FT, sum umsitur almenna samskiftis-vegakervi okkara.
Tað smærru veitararnir hava fyrisligið landsstýrismanninum er at leggja kervisveitingina í eitt kerv-isfelag sum á vinnuligum grundarlagi selur atgongd til kervið til tænastuveitararnar fyri ein verðuligan kostnað. Ikki sum ídag fyri kostprís plus vinnin til FT, men ein kostna sum tryggjar felagnum eina framtíð, har pláss er til útbyggingar og viðlíkahald.
Kervisveiting er ídag ein sjálvstøðug deild, hjá FT, sum verður rikin á ein skilagóðan hátt, og sum saktans kundi havt allar tænastuveitararnar sum kunda, ikki bar ein, sum entá bert vil gjalda kostprís.
Hugsa vit okkum eitt seyðakrov, hevur eitt heilt krov helst størri virðið enn um skorið er av tí, men selur tú alt krovið í smáum fært tú helst meir fyri tað enn um alt varð selt í einum.
Soleiðis er eisini við FT. Verður kervisparturin lagdur í eitt felag fyri seg minkar hetta um virðið av FT, men eigarin, sum er føroya fólk, fær meiri fyri pengarnar. Hetta er tyngsta argumentið í hesi sak.
Tað hevur verið frammi at FT er einasta felag sum kann gera seg galdandi úti heimi. Má siga at eg havi ikki hoyrt slíkt fyrr. Øll alheims feløg hava einaferð verið smá, sera smá. Havi hoyrt stjórann í Sony greiða frá hvussu hann byrjaði undir sera trongum umstøðum í einum kjallara við kreditti fra familju síni. Hewlett Pacard byrjaði í einum úthúsi, Danfoss í einum kjallara í Sønderborg. IBM av neyð o.s.fr.
Sjálvdan ? sera sjálvdan eru monopol- ella duopol-fyritøkur annað enn mastodontar, sum skulu hava kunstigan andadrátt fyri at yvirliva í fríu kappingini.
Nógv dømi eru um hetta Sabena, Simrad o.n.fl.
At føroyskar fyritøkur sum Vinnutíðindi, hvørðs eksistens er neyvt tengt at FT, styðja sínum fíggjarliga grundarlagi er onki løgið.
At útlendskur serfrøðingar gera tað sama mátti eg hyggja nærri uppá.
John Strand, eitur mað-urin, sum ikki heldur at FT skal greinast sundur. Hann hevur verið frammi leingi ? hópin av greinum eru at finna á Internetinum ? uttan at hava verið serliga beinrakin. Ein spámaður hvørs spádómar næstan ongantíð ganga út er ikki ein góður spámaður.
Tá hugsað verður um FT í alltjóða høpi er henda fyritøka hóast stór hjá okkum, evarska lítið. Spurningurin er eisini um føroyingar skulu gjalda fyri at FT skal veita tænastur í øðrum londum. Tað var í hvussu er ikki meiningin tá TFL telefonverk føroya løgtings varð sett á stovn.
Tað er heldur ikki neyðut at vera stórur fyri at veita tænastur í øðrum londum. Hetta er Elservice á Skála sera gott dømi um, men man skal duga, Hetta Hevur John Eli megnað ? uttan nakran minnisvarða á Skála.










