FT International skrivað undir altjóða sátmála

Faroese Telecom International, sum er altjóða divisiónin hjá Føroya Tele samtakinum, hevur skrivað undir sáttmála við norsku fyritøkuna Conax um samstarv um at veita loysnir til sjónvarpsveitarar kring allan heimin

SAMSKIFTI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo

Conax, sum er dótturfelag hjá Telenor, er ein av fremstu veitarum í heiminum av sonevndum Conditional Access-skipanum, tað vil siga krypteringsskipanum til digitalar sjónvarpsveitarar. Conax hevur kundar í fleiri enn 60 londum og søludeildir um at kalla allan heim.

Faroese Telecom International bjóðar ta kunda- og fyrisitingarskipanina, sum upprunaliga varð gjørd til at reka Televarpið, og sum síðani er ment, so hon nú er munandi størri. Skipanin kann sameinast við flestu fíggjarskipanir og kann verða tillagað til øll tungumál. Hetta kemst av, at stórur altjóða áhugi hevur verið fyri tí háttinum, sum Føroya Tele samtakið valdi at skipa Televarpið uppá - ein háttur, sum hevur gjørt føroysku digitalu sjónvarpsfyritøkuna til ikki bert eina ta fyrstu, men eisini eina tað best eydnaðu av sínum slagi yvirhøvur.

Conax hevur valt at brúka FT International sum sín fremsta samstarvsfelaga á hesum øki.