FSV04 og ÍF renna aftaná B68

Tað gongur væl hjá B68 og Rúna Nolsøe, sum er venjari á Toftum. Eftir fimm umfør hevur B68 fulla úrtøku - 15 stig - og er harvið greitt oddalið í 1. deild.

Á næstu plássunum eru ÍF og FSV04, sum hava 10 stig. LÍF hevur 9 stig.

TB, NSÍ, KÍ og HB hava øll seks stig. SÍ hevur 3 stig, og B36 er framvegis stigaleyst.

Øll liðini hava spælt fimm dystir uttan TB og NSÍ. Hesi bæði liðini hittast á Sevmýri í morgin klokkan 15.