Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð kendist tað sum um, at vágamenn høvdu vunnið, og at ÍF hevði tapt. Úrslitið var 2-2.
Orsøkin til at gestirnir í Fuglafirði stórfegnaðust var, at toppskjúttin hjá teimum, Andrzej Stretowicz, við fínum fluktara úr átjan metrum og umvegis tvørtræið hevði javnað til 2-2. Tað gjørdi hann við síðsta sparkinum í dystinum.
Eitt korter frammanundan hevði innskifti Bartal Eliasen úr sera spískum í høgru skorað málið, sum leingi sá út til at verða sigursmálið hjá ÍF.
Eftir hálvan tíma legði Gunnar Haraldsen FSV04 framum 1-0, og minuttin aftaná javnaði Høgni Zachariassen til 1-1.
Nenad Zaric hjá ÍF varð útvístur fyri hevnisøku, tá ið tað restaðu tíggju minuttir, og Hilmar Sveinbjørnsson hjá FSV04 sá reytt átta minuttir seinni, tí dómarin metti, at hann taklaði púra fyrilitarleyst.