FSV04 hongur í

Tá ið neyðin er størst, er hjálpin næst, plagar at verða tikið til. Soleiðis var tað hjá FSV04 í Klaksvík seinnapartin.

Tá ið bara ein lítil løta var eftir, var støðan framvegis málleysur javnleikur. Tað kundi FSV04 ikki brúka til nakað í royndini at vinna sær uppflyting í Formuladeildina.

Venjarin, Jan C. Dam, valdi stutt undan leikloki at seta Andrzej Stretowicz á vøllin. Pólski toppskjúttin hjá FSV04 hevur leingi verið darvaður av skaða.

Andrzej hevði bara verið lítla løtu á vøllinum, tá ið hann skoraði til 1-0 til FSV04. Tá var ein minuttur eftir av vanligu leiktíðini, og einki mál varð skorað afturat.

KÍ tapið og SÍ heimasigurin fyrr í dag ber við sær, at KÍ nú er fýra stig frá bjargingini.