Alt bendir á, at FSV04 fer at tryggja sær trý stig. Eitt stórt korter undan leikloki er FSV04 frammanfyri 4-1.
B36 vitjar á Valloyrini, og botnliðið legði seg beinanvegin framum. Fyrsta málið hjá næstbesta B36 liðnum í hesum kappingarárinum skoraði Johan Ellingsgaard.
Undan steðginum skoraði Andrzey tvær ferðir fyri FSV04, sum sostatt var á odda 2-1, tá ið teir fóru at hvíla seg.
Eftir steðgin hevur FSV04 skorað tvey mál afturat. Karl Jóhan Djurhuus økti til 3-1, og Jógvan Holm skoraði til 4-1.