FSV04 fulla úrtøku

FSV04 er á veg vestur til Sandavágs við trimum stigum í viðførinum. Stigini vunnu vágamenn í góðveðrinum í Klaksvík seinnapartin.

Úrslitið var 1-0 til FSV04. Málið skoraði miðvallarin Jovan Panic, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Málið skoraði hann beinleiðis uppá fríspark, sum var skotið úr 23 metrum og upp um manngarðin.

FSV04 hevði yvirvág í 1. hálvleiki og tveir stórar møguleikar at gera mál. Eftir steðgin leikaði meiri javnt á, og heimaliðið var framvið nakrar ferðir.