Teir royna sum frægast at gera vart við seg, FSV stuðlarnir. Hava stovnað felag, sum skal vera við til at reka fótbóltsfelagið fíggjarliga.
Hættirnir eru teir vanligu, brúktir verða i slíkum førum. At skipa fyri ymsum almennum tiltøkum og at selja lutir, sum hoyra fótbóltinum til.
Stóra Beatlestiltakið, sum FS Vágar Stuðlar skipaðu fyri í ítróttarhøllini á Giljanesi leygarkvøldið, eydnaðist væl teksnist. Men tá gjør varð upp, vóru fyrireikararnir ikki so væl ngdir við undirtøkuna, skilst á teimum. Teir høvdu fegnir vilja havt tað dupulta av fólki at komið í dans hetta kvøldið, siga teir. Sagt verður, at umleið 500 atgongumerki vórðu seld til tiktakið leygarkvøldið, og tað er alt ov lítið, halda teir.
Men gav tað ikki tað, ætlað varð, er so aftur fyri neyðugt at royna annað. Og so liggur tað traditionella nær at hugsa. At seja turriklæði, troyggjur og húgvur.
Miðskeiðis í bygdini í Miðvági, við síðuna av Missiónshúsinum, er ein sýnisgluggi, har FSV stuðlar hava lagt út ymiskt, sum felagnum hoyrir til, og sum kann keypast ymsastaðni í oynni.