Jákup Mørk
Av røttum skuldi dysturin millum TB og FS Vágar verið leiktur fyri viku síðani, men eins og aðrastaðni í landinum, var eisini kavi á vøllinum á Sevmýru.
Hósdagurin varð ásettur at vera nýggjur leikdagur, og hesu ferð bar betri til.
Stórur munur
Fyri tvørámenn bar tó ikki betri til enn so, at teir enn einaferð vóru við undirlutan.
Fyrsta dystin taptu teir 10-0 fyri GÍ, og hesu ferð varð úrslitið 4-0.
Ari Thomassen, sum framvegis er fastur fúsur á vágaliðnum, sigur við Sosialin, at tað ongantíð var stórvegis ivi um, hvørt av liðunum skuldi fara við sigrinum.
Vágamenn høvdu greiða yvirvág alla tíðina, og um miðjan fyrra hálvleik legði Birgir Joensen teir á odda.
Eitt korter inn í seinna hálvleik økti John Johansen til 2-0, og einar tíggju minuttir seinni var Birgir aftur upp á spæl.
Vágamenn fingu enn eitt mál, tá einir tíggju minuttir vóru eftir at leika, og hesu ferð var tað ein av nýggju leikarunum, Darius, sum varð skrivaður fyri málið.
Góð byrjan
Ikki kann sigast annað enn, at Vágamenn hava fingið eina góða byrjan upp á árið, nú teir eru á odda í sínum bólki.
Ari ásannar eisini, at teir eru hampuliga væl nøgdir við gongdina higartil.
- Í verjupartinum standa vit okkum rættuliga væl, men hinvegin haltar tað eitt sindur í álopspartinum. Hetta er tó nakað, sum vit kunnu arbeiða við, sigur Ari, sum eisini sigur, at teir hava góðar vónir um framhaldandi luttøku í steypakappingini.