FSN ynskir sáttmála við fleiri kommunur

Felagið miðjar eftir at fáa fleiri kommunur at brúka sáttmálan fyri havnameistarar og havnaumsjónarmenn

Aðalfundur

Á aðalfundinum hjá FSN greiddi Ellintur Abrahamsen frá, at sáttmálin, sum felagið hevur við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) fyri havnameistarar og havnaumsjónarmenn, varð endurnýggjaður við gildi frá 1. oktober 2003 og tvey ár fram.
Sáttmálin er galdandi fyri tær kommunur, sum ynskja at fylgja hesum sáttmála. Men tað eru bert tríggjar ella fýra kommunur, sum ynskja tað.
- Vit hava eftirhondini í mong ár havt sáttmála um havnameistarar og havnaumsjónarmenn í Fuglafjarðar kommunu, Runavíkar kommunu og Sørvágs kommunu. Roynt hevur verið at fáa aðrar kommunur at fylgja sáttmálanum, men tað hevur gingið striltið.

Við aftur?

Ellintur vísti á, at Miðvágs kommuna eisini hevur gjørt av at fylgja sáttmálanum, men har er alt ikki komið uppá pláss enn.
- Fyrst í nítiárunum var sáttmálin eisini millum FSN og Nes kommunu, Sjóvar kommmunu, Tvøroyarar kommunu, Vestmanna kommunu og Skála kommunu, men eftir at sáttmálin varð uppsagdur í sambandi við árligar lønarsamráðingar, vildu hesar kommunur ikki endurnýggja sáttmálan.
Ellintur Abrahamsen segði, at FSN miðjar eftir at fáa hesar somu kommunur at brúka sáttmálan aftur.