Semja er um at framleingja sáttmálan eina viku

Sambært Føroya Skipara-og Navigatørfelag hava partarnir avtalað at hittast aftur hin 3. mars í Vinnuhúsinum

Hósmorgunin hin 20. februar hittust Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip við samráðingarborðið í Vinnuhúsinum. 

 

- Ásannandi, at rættarfundurin í Fasta Gerðarættinum varð útsettur vegna forfall, hevði hetta við sær, at ein slags stígur kom í ætlanina við samráðingunum.

 

Á heimasíðuni hjá FSN, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, verður sagt, at á fundinum 20. februar varð tosað um ymisku punktini.

 

- Men, til seinast varð semja gjørd um at framleingja sáttmálan í eina viku - ella fram til hin 7. mars.

 

Sambært FSN hava partarnir avtalað at hittast aftur hin 3. mars klokkan 9 í Vinnuhúsinum.

 

Tað eru manningarfeløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið, sum hava stevnt Reiðarafelagnum fyri Handilsskip fyri Fasta Gerðarrættin.

 

- Í stuttum snýr hetta mál seg um, hvørt menn eiga løn og upptjentan frídag fyri síðsta arbeiðsdag umborð ella ikki.

 

Á heimasíðuni hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag verður sagt, at manningarfeløgini ikki eru í iva um, hvat tey halda vera rætt í hesum máli.