Aðalfundur
Á aðalfundinum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, legði formaðurin, Ellintur Abrahamsen, fyri við at greiða frá sáttmálaviðurskiftum og ymiskum trupulleikum, sum hava stungið seg upp í hesum sambandi.
Hann greiddi eisini frá sersáttmála, sum felagið hevur gjørt fyri nýggja Skálaberg.
- Í løtuni eru samráðingar við Føroya Reiðarafelag um nýggjan sáttmála, og tríggir fundir hava verið millum feløgini. Ætlanin var at koma til eitt úrslit tíðliga í samráðingunum, men av ávísum orsøkum hava samráðingarnar drigið út.
Hann segði, at FSN legði síni krøv fram á fyrsta fundi.
- Men tá vóru reiðararnir ikki klárir við sínum krøvum ? burtursæð frá, at teir søgdu seg ikki góðtaka nakað, sum kostar pening.
Ellintur segði, at Føroya Reiðarafelag á øðrum fundi, sum var millum feløgini, legði fram skrivligar viðmerkingar til krøvini hjá FSN ? og kom við nøkrum krøvum.
Hann vísti eisini á leiklutir hjá felagnum í sambandi við uppskotið um loysn av trætum á arbeiðsmarknaðinum.
- Eg haldi, at feløgini eru samd um at fáa í lag greiðari setanarviðurskifti og uppsagnarreglur, segði formaðurin í FSN, sum eisini greiddi frá, hvussu samráðingarnar millum FSN og Reiðarafelagið fyri farmaskip høvdu gingið.
Ellintur greiddi eisini frá gongdini í samráðingunum, sum vóru millum FSN og fíggjarmálaráðið (FMR) um limir felagsins umborð á strandfaraskipunum og Magnusi Heinasyni.
Ein afturvendandi spurningur, sum viðgjørdur hevur verið á aðalfundum FSN?s seinastu árini, er spurningurin um rættindini hjá fiskimonnum í ALS, og her hevur felagið ført drúgv rættarmál, sum Ellintur gjørdi nógv burtur úr á aðalfundinum.
Hann greiddi eisini frá stríðnum hjá felagnum at vinna limum sømdir í Dagpeningaskipanini, har neyðugt hevur verið at vent sær til Føroya Kærustovn við nøkrum málum, og hann greiddi eisini frá onkrum mál, har limur ikki hevur fingið frítíðarløn av útgoldnari vanlukkutrygging.
Ellintur segði, at felagið hevur heitt á Fiskimálaráðið um at dagføra sjólógina og sjómanslógina, har felagið metir, at tað týdningarmesta við sjómanslógini er at broyta hana soleiðis, at hon verður galdandi fyri fiskiskip á sama hátt sum fyri handilsskip.
- Munnliga hava vit fingið at vita, at málið verður tikið upp í nærmastu framtíð, segði hann.
Ellintur Abrahamsen tosaði eisini um viðurskiftini viðvíkjandi trygd á sjónum og um arbeiðsumhvørvið umborð á skipum.