FSN heldur aðalfund í morgin

Aðalfundur

Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur sín aðalfund millum jól og nýggjárs.
Fundurin hjá FSN verður í Norðurlandahúsinum í morgin og byrjar klokkan 10.
Formaður felagsins, Eyðstein Djurhuus, sigur, at fundurin vanliga er liðugur um 14-tíðina.
- Ymiskt er, hvussu nógvir mans møta á fundinum, men skal aðalfundurin verða luttøkuførur, skulu í minsta lagi 20 limir møta. Vanliga liggur talið um einir 50-60 mans, sigur hann.
Tað eru 11 nevndarlimir í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, og nevndin skipar seg sjálv, eisini við formanni.
Eyðstein Djurhuus tók við formanssessinum eftir Ellint Abrahamsen eftir aðalfundin seinast, og hevur hann tískil verið formaður í felagnum í eitt ár.
Hann sigur, at felagið hevur skilt á monnum, at einir tveir nevndarlimir ætla ikki at halda fram í nevndini, og tískil verður neyðugt at velja einar tveir nýggjar limir í nevndina.
- Umleið helmingurin av nevndini stendur fyri vali í senn, sigur Eyðstein Djurhuus.
Ellintur Abrahamsen sat sum formaður í FSN í samfull 22 ár.